(Mynd: EPA)

Skiparin: Hetta er tað størsta eg havi upplivað

Ingi Samuelsen

15.11.2014 - 04:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Liðskiparin Fróði Benjaminsen spældi sín dyst nummar 83 í dag, og sostatt tangeraði hann metið fyri talið av landsdystum hjá gamla legendariska liðskiparanum Óla Johannessen.

- Hetta er tað størsta, sum eg havi upplivað á landsliðnum. At vinna úti móti Grikkalandi er stórt. Tað er serliga mátin vit vinna uppá. Vanliga grava vit okkum niður, men í kvøld spældu vit okkum fram til fleiri kjansir segði Fróði Benjaminsen við Rás 2 eftir dystin.

Hann viðgongur, at ósigurin móti Estlandi á sinni, tá Føroyar førdu, men taptu upp á tvey mál í yvirtíðini, spøkti í tonkunum teir síðstu minuttirnar í Piræus í kvøld. Men tað eydnaðist hesaferð.

Um Fróði setir landsdystamet við at vera við móti Rumenia á útivølli 29. mars, vildi liðskiparin tó ikki lova í kvøld.