Skipasøga: Kallast nú Isbjørn

Kiran Jóanesarson

15.12.2014 - 05:18

> Tíðindi > Skipasøga

Fyrrverandi føroyski rækjutrolarin Borgin, ið hevði heimstað í Fuglafirði, kallast nú Isbjørn og hevur fingið heimstað í Ísafirði í Íslandi.

Sambært heimasíðuni gomul-skip.dk varð Borgin seld úr Føroyum til Litava í 2004. skipið sigldi framvegis við navninum Borgin, meðan tað var skrásett í Litava. Borgin varð seinni seld til Íslands har tað fekk navnið Ísbjørn.

Reiðaríiið, ið eigur Ísbjørn er Birnir HF í Bolungarvík í Íslandi. Skipið hevur ikki bláa litin longur, ið tað hevði tá ið tað var skrásett í Fuglafirði, men er nú málað reytt.

Ísbjørn er bygt í 1984 í Noreg og hevur havt nøvnini:

• Borgin
• Borgin
• Hersir
• Gissur