Mynd: Shipspotting.com

Skipasøga: Kallast nú Nikolay Trubyatchinsky

Kiran Jóanesarson

09.11.2014 - 00:07

Tíðindi >

Fyrrverandi føroyski rækju og skjelatrolarin Fame, ið hevði heimstað í Hoyvík kallast nú Nikolay Trubyatchinsky og hevur heimstað í Panama.

Tað er felagið Marine Arctic Geological Expedition í Murmansk, sum eigur skipið í dag. Felagið keypti Nikolay Trubyatchinsky í 2013.

Nikolay Trubyatchinsky varð bygdur sum rækju og skeljatrolari, men varð seinni umbygdur til seismikskip.

Tað var John Dam, ið átti skipið tá ið tað hevði heimstað í Føroyum. Tað eru helst fleiri, ið minnast Fame, ið var ein framkomin trolari tá ið hann var bygdur í 1988 í Noreg.

Skipið hevur havt nøvnini Geo Explorer og Tairikudana síðan tað varð selt úr Føroyum.