Skipasøga: Kallast nú Vos Rambler



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

20.01.2015 - 23:04

> Tíðindi > Skipasøga

Hvussu kallast skipið í dag? Hvussu sær skipið út í dag? Í einum fastum tátti á fiskur.fo leita vit gomul føroysk skip fram aftur.

Fyrrverandi føroyski trolarin Froyur, ið hevði heimstað í Tórshavn kallast í dag Vos Rambler.

Trolarin verður í dag nýttur sum veitingarskip, og er tað niðurlendska felagið Vroon Offshore, sum eigur skipið í dag.

Skipið, ið varð selt úr Føroyum í 1997, er bygt í 1975 í Noreg. Tað var felagið Kimbil við Aksel Hansen sála, ið átti skipið tá ið tað var skrásett í føroyska fiskiflotanum til 1997.

Síðan skipið varð selt úr Føroyum hevur tað eisini havt navnið Telco Rambler.