Mynd: Jn.fo

Skipið í Eyðunsurð kemur undan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

04.03.2018 - 09:05

Mentan > Mentan > Søga

Søgn er, at í gomlum døgum rendi eitt útlendskt skip á land á Sandavágssandi, tí staði, ið nú verður rópt Eyðunsurðin. Høvuðsmaðurin á skipinum æt Eyðun. Summir siga, hann var finni, og aðrir, hann var Íri. Hesin Eyðun var maðurin, ið Eyðanstova hevur fingið navn eftir.

Hósdagin og fríggjadagin sást ein stórur partur av skipinum og menn frá Fornminnissavninum fóru vestur at hyggja. Teir ætla at fáa mált skipið upp og gjørt eina skitsu av hvussu tað hevur sæð út. Eisini er ætlanin, at staðfesta hvussu gamalt tað er, men tað má bíða til streymurin harðnar aftur (11. og 12. mars) ella møguliga fyrst í juli ella miðan september - tá ið tað verður harðasti streymur.

Jn.fo tók nakrar myndir tá teir vóru á Sandinum fríggjadagin