(Mynd: Sverri Egholm)

Skipini stevna til Tvøroyrar at hjálpa

Ingi Samuelsen

09.06.2017 - 10:57

Tíðindi > Suðuroy - Tvøroyri

Fyri løtu síðani vór stóri sleiparin hjá skipasmiðjuni MEST, Samson, av Havnini við kós móti Tvøroyri at hjálpa til við sløkkiarbeiðinum á Varðanum Pelagic.

Hóast ørindini eru álvarslig, so sá tað flott út, tá Samson stevndi suðureftir við vatnstráluni upp í loft, helst fyri at royna pumpurnar og eldsløkkingaramboðini av.

Fleiri skip hava sett leiðina móti Tvøroyri at hjálpa.

Sambært Marinetraffic, var Bjargingarskipið Lív fyri løtu síðani statt beint sunnan fyri Lítlu Dímun, verjuskipið Triton nakað sunnan fyri Skálhøvda við Brimli í hølunum. Tjaldrið var eisini statt í Nólsoyarfirði við kós suðureftir.