(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

Skjalasavnið tekur skap



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.02.2018 - 20:37

Tíðindi > Suðuroy - Tvøroyri

Á heysti í fjør varð samtykt at veita fígging til eina 3-ára verkætlan, ið hevði til endamáls at skipa eitt skjalasavn á Tvøroyri við tilhoyrandi gransking. Á odda fyri verkætlanina, hevur kommunan sett søgufrøðingarnir og tvørámenninir, Kára Jespersen og Jens Paula A. Nolsøe.

Arbeiðið við at skipa skjalasavnið, ið er staðsett á gamla Ísvirkinum í Kongabrekkuni, er nú komið so mikið áleiðis, at hillaskipanin verður sett upp. Sjálv hillaskipanin er framkomin, men tílíkt er neyðugt, um skjølini skulu liggja trygg og verða lætt atkomulig.

Verkætlanin við skjalasavninum er, sum áður nevnt, sett til trý ár, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Ísvirkið, sum í síni tíð var sera framkomið átak her á Tvøroyri, er virðiligur karmur um savningina av skjølum til søguna á Tvøroyri.



beint nú