Soleiðis sá út á Strondum 21. februar 2017. Í morgin verður fyrsta skotið latið av Streymoyarmegin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Skjóta fyrsta skotið Streymoyarmegin í morgin

Sverri Egholm

26.04.2017 - 19:46

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Í morgin klokkan 13.30 verður fyrsta skotið, Streymoyar megin, fyri Eysturoyartunlinum latið av á Hvítanesi. Tað verður Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum letur fyrsta skotið av.

Við innkoyringina til Sandvíkarhjalla, fara borgarstjórin í Havn og Henrik Old landsstýrismaður í samferðslumálum, at flyta fram røður. Síðan skjýtur Annika Olsen fyrsta skotið.

Bussur koyrir av parkeringsøkinum við Hvonn í Tórsgøtu kl 13. Aftaná koyrir bussurin niðan til Dugna, har ein drekkamuður verður at fáa, og omanaftur í býin, tá tiltakið er liðugt. Øll eru vælkomin til løtuna, lhóðar frá tunnilsfelagnum.

Byrjað var at skjóta fyri Eysturoyartunlinum á Strondum 21. februar og nú eru skotnir 210 metrar. Eysturoyatunnilin verður í alt 11,3 km langur og er millum Tórshavn, Strendur og Rókina við Runavík/Toftir.

Væntandi verður tunnilin liðugur í 2020.