Skjóta nú fyrsta skotið til Sandoyartunnilin

Ari av Rana

19.06.2018 - 15:42

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Hátíðarhald verður hósdagin 21. juni, tá farið verður undir byggingina av Sandoyartunnlinum.

Í samband við at fyrsta skotið verður latið av, verður alment hátíðarhald í Traðardali. Tað er Samferðslumálaráðið saman við P/F Eystur- og Sandoyartunlar, sum skipar fyri hátíðarhaldinum.

Tað verður Páll á Reynatúgvu, sum letur fyrsta skotið av. Eisini heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður, røðu, og Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.