Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Skógarmotta funnin á seyði í Føroyum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

16.05.2018 - 17:42

Tíðindi > Seyðahald

Ein skógarmotta varð funnin á seyði í Fámará í apríl. Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy sigur, at hetta er fyrstu ferð, at herviliga skógarmottan er funnin í føroyskum haga.

Bjarni Jacobsen fann skógarmottuna, tað sum eitur skovflåt á donskum, á einum lambi í Fámará í apríl. Bjarni sigur sambært heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen, at teir fingu ikki fatur á lambinum tá teir róku í brattlendinum við Fámará í heyst. Nú hevði lambið eina skógarmottu sitandi undir eyganum.

Skógarmottan er fyrr funnin á hundi, kettum og fólki.