Skopunar kommuna: Tølini eru røtt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sveinur Tróndarson

06.10.2013 - 16:01

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Sjálvt um Skopunar kommuna í gjár vísti tølunum frá sær, sum Føroya Gjaldstova kunnger á heimasíðu síni um hvussu nógv kommunan brúkar til fólkaskúla pr. barn, so viðurkennir borgarstjórin í dag, at tølini nokk ikki eru heilt av leið.


- Taka vit bara tað, sum barnaskúlin her í bygdini kostar, so eru tey lægri, men telja vit alt uppí, eisini tað, sum vit brúka uppá Meginskúlan, skúlatannlækna og koyring í samband við skúlatannlækna og ítróttarhøll og annað, so eru hasi tølini ikki heilt við síðuna av, sigur Gerhard Lognberg.

Gjørdist illa við
Hann gjørdist eitt sindur illa við, tá Portal.fo í gjár skrivaði, at Skopunar kommuna hevði nógv tær hægstu útreiðslurnar til fólkaskúla, tá hann verður roknaður úr á hvørt barn, og í einum sera stuttum teldubrævi til miðlarnar segði hann, at tølini vóru burtur í vón og viti. Í dag viðurkennir hann tó, at tølini fyri hansara kommunu nokk kortini eru á góðari leið. Men, sum nevnt í greinini í gjár, valdast, hvat verður tikið við.

- Tað sum man skal hava í huga er, at vit hava útreiðslurnar til skúlabarnatannlækna og koyring til skúlabarnatannlækna uppi í, og vit hava eisini aðra koyring uppi í. Hesar útreiðslurnar gera stóran mun her hjá okkum, sigur Gerhard Lognberg.

Útreiðslurnar lækkað í 2013
Tølini, sum Gjaldstovan kunngerð á heimasíðu síni vísa, hvat fólkaskúlin kostar kommununi. Talið hjá Skopunar kommunu í fjør var slakar 40.000 krónur, og framkemur við at býta samlaðu útreiðslurnar á hesari kontuni, 2.783.000 krónur við 68 børnum, sum er talið av børnum í Skopun millum sjey og 17 ár, sum ganga í barnaskúlanum í Skopun og í Meginskúlanum á Sandi.

Hesi tøl góðtekur borgarstjórin í dag, men hann setur spurnartekn við, um t.d. Tórshavnar kommuna, sum eisini var nevnd í greinini, hevur skúlabarnatannlæknan við í sínari uppgerð. Men, sum hann sigur, í Havn vigar skúlabarnatannlæknin ikki so tungt, tí har eru nógv fleiri børn at býta kostnaðin út á. Gott og væl 3.300 børn.

Gerhard Lognberg leggur tó afturat, at tølini fyri í ár vera nakað væl lægri. Orsøkin er tann, at kommunan hevur gjørt eina nýggja avtalu um skúlabarnakoyring, og tann avtalan sparir kommununi eina góða hálva millión. Og verður skúlin gjørdur liðugur, minka útreiðslurnar til skúlabarnatannlækna eisini. Tí í løtuni rindar kommunan fyri tannlæknan og fyri at koyra børnini til tannlækna.

- Tá hølini í skúlanum vera liðug, kann tannlæknin koma higar, og so spara vit tær útreiðslurnar, tí vit gjalda jú fyri tannlæknan sjálvan, sigur Gerhard Lognberg.