(Mynd: Twitter)

Skoraði við hondini: Brasil sligið úr Copa America

Ingi Samuelsen

13.06.2016 - 10:35

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Stolta brasilska fótbóltslandsliðið er sligið út í innleiðandi umfarinum í amerikanska meistaraskapinum, Copa Amerika, sum verður spælt í USA í hesum døgum.

Í nátt spældi Brasil móti Peru og úrslitið gjørdist 1-0 til Peru. Málið kom eitt korter fyri leiklok, og var sera umstrítt, tí myndirnar vísa, at Raul Ruidiaz skumpaði bóltin í mál við hondini.

Drúgv tinging var millum dómara, linjudómara og onkran, sum teir høvdu samband við umvegis oyrasnigilin, og eftir fleiri minuttir í óvissu, dømdi dómarin mál til Peru.

Ekvador vann 4-0 á Haiti í nátt, og harvið verða tað Peru og Ekvador, sum koma víðari frá bólki B. Bólkur A er eisini avgjørdur. Har koma USA og Kolumbia víðari, meðan Costa Rica og Paraguay eru úti.

Seinastu dystirnir í bólki C verða spældir í dag, men har er longu greitt, at Meksiko og Venesuela koma víðari, maðan Uruguay og Jamaika mugu fara heim.

Bólkur D verður avgjørdur í morgin. Argentina hevur fult stigatal, 6 stig, Kiki og Panama hava 3 og Bolivia er úti við ongum stigi. Kili skal spæla móti Panama og Bolivia móti Argentina.