Elisabeth II vitjar skotska tingið í Holyrood. Savnsmynd. EPA

Skotska tingið atkvøtt fyri nýggjari fólkaatkvøðu um loysing

Steinar Patursson

28.03.2017 - 19:57

Tíðindi > Uttanlands - ES

Skotska tjóðartingið í Holyrood atkvøddi í dag fyri at biðja tingið í Westminster um loyvi at hava enn eina fólkaatkvøðu um skotska loysing frá Stórabretlandi.

69 atkvøður vóru fyri og 59 ímóti at biðja bretska tingið um loyvi til enn eina fólkaatkvøðu, ið skal avgreiðast áðrenn Stórabretland tekur seg úr ES.

Bretska stjórnin hevur annars boðað frá, at hon fer ikki at loyva einari fólkaatkvøðu aftrat, fyrr enn Brexit tilgongdin er komin at enda, og tey boðini endurtók Theresa May, bretski forsætisráðharrin, tá hon hevði fund við Nicolu Sturgeon, fyrstaráðharra Skotlands, í Glasgow í dag.

Theresa May gjørdi greitt, at nú er ikki rætta stundin til eina nýggja fólkaatkvøðu, samstundis sum stjórnarumboð hennara fyri Skotland, David Mundell, segði, at neyðugt var at fáa Brexit av vegnum, soleiðis at tað gjørdist skotum greitt, hvørji viðurskiftini fóru at vera millum Stórabretlands og ES, áðrenn nýggj fólkaatkvøða varð útskrivað.

Sturgeon heldur tó lítið um noktandi svarið, ið hon metti vera fólkaræðisliga ófyrigevandi og lítið haldgott.

- Mítt argument er einfalt soleiðis: Tá broytingarnar, ið koma sum avleiðing av Brexit, gerast alsamt sjónligari, so skulu tær avleiðingarnar ikki kroystast oman yvir okkum, vit eiga at hava rætt at taka avgerðir um tær broytingarnar, segði Nicola Sturgeon.

- Skotska fólið eigur at hava rætt at velja millum Brexit - møguliga eitt sera hart Brexit - ella eina sjálvstøðuga tjóð, ið kann stinga sína egnu kós út í kortið og skapa eitt ektað samstarv millum javnlíkar tvørtur um hesar oyggjarnar [Bretsku oyggjarnar, red.], helt Sturgeon áfram.

Nicola Sturgeon segði at enda, at hon vónaði, at bretska tingið fór at virða ynskið úr Holyrood, men at um so ikki varð, so mátti skotska stjórnin leggja nýggjar ætlanir, um hvussu ynskið úr skotska tinginum kundi gerast veruleiki.