Skottilburðurin í Týsklandi elvt til kjak um vápnalógina

Niels Petersen

24.07.2016 - 12:46

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Sambært Süddeutsche Zeitung var tað upplýst á tíðindafundi í München í dag, at samlaða talið av løstaðum eftir skottilburðin í suðurtýska býnum fríggjakvøldið er komið upp á 35. Tíggju av teimum eru álvarsliga løstaði og trý eru í kritiskum tilstandi. Og nú eru politikkarar byrjaðir at kjakast um, hvørt vápnalógin skal herðast.

Tað var ein 18 ára gamal týsk/iranskur maður, sum plaffaði níggju ósek menniskju niður, áðrenn hann eisini gjørdi enda á sær sjálvum.

Ein av forsprákarunum fyri herdari vápnalóg í Týsklandi er varakanslarin og formaðurin fyri javnaðarflokkin, SPD, Sigmar Gabriel.

- Ein óstabilur ella enntá sálarliga sjúkur 18 ára gamal átti ikki at kunna komið fram at skotvápnum, fortaldi Sigmar Gabriel fyril Tagesspiegel.de.

Sambært týsku tíðindastovuni DPA hevði gerningsmaðurin áður givið til kennar at hann var hugtikin av einum skottilburði í Týsklandi í 2009. Tá ein 17 ára gamal drongur skjeyt og drap 15 menniskju í skúlanum har hann gekk í Winnenden tætt við Stuttgart.

Ungi gerningsmaðurin í München hevði ein 9 mm Glock pistól, umframt 300 patroner við sær, og hann hevði ikki neyðugu loyvini til skotvápnið. Og slíkt hevur fingið týskir politikkarar at kjakast um, hvussu sovorið ber til, og, hvussu tað kann fyribirgjast, at slíkt hendir aftur.

Týski innanríkisráðharrin og konservativi CDU politikkarin, Thomas de Maizière metir, at tað eigur fyrst at verða staðfest, hvussu 18 ára gamli drongurin fekk fatur á vápninum, áðrenn vápnalógin eigur at verða herd.

- Vit eru noyddir at fara miðvíst til verka, og tað kann væl henda seg, at sakarmál stendst burtur úr hesum, fortaldi Thomas de Maizière fyri Bild am Sonntag.

Hann legði afturat, at vápnalógin longu er rættuliga strong í Týsklandi.

Ofrini í álopinum eru í høvuðsheitum tannáringar og ung. Trý vóru bert 14 ár, tvey 15 ár, og hini vóru 17, 19 og 20 ár, umframt ein 45 ára gamal.