Mynd: EPA

Skottilburðurin í USA: Álopsmaðurin er deyður



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

14.06.2017 - 18:27

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Donald Trump forseti hevur nú boðað frá, at maðurin, ið fyrr í dag skjeyt floksvørðin hjá republikanarunum í umboðsmannatinginum, er deyður.

Maðurin, James T Hodgkinson, doyði av skotløstunum, ið hann fekk frá løgregluni.

Samanlagt fingu fimm fólk løstir, tá Hodgkinson fór at skjóta frá leikarabenkrunum við einari riflu.

Ein av teimum løstaðu er floksvørðurin (whip) hjá republikanska meirilutanum í umboðsmannatinginum, Steve Scalise. Eisini fingu tveir løgreglumenn løstir, meðan teir fóru at skjóta aftur eftir álopsmanninum.

Sum skilst var talan um venjing hjá ymsum politikkarum sum fyrireiking til árliga baseballdystin hjá amerikansku kongressini, ið verður í morgin.

Mo Brooks, umboðstingmaður fyri Alabama, greiddi CNN frá, at hann taldi millum 50 og 100 skot, meðan fólk sluppu sær til rýmingar.

Samstundis hevur Rand Paul, senatorur fyri Kentucky, greitt frá fyri Fox News, at tað var hóast alt heppið, at Scalise var til staðar, tí at týdningarmikli postur hansara merkti, at hann hevði løgreglueskortu við til venjing, og tað var tann løgreglan, ið fór at skjóta aftur móti álopsmanninum. Uttan løgreglufylgið hjá Scalise høvdu politikkararnir verið uttan verju.

Einki ítøkiligt er komið undan kavi enn, um júst hví at Hodgkinson fór at skjóta eftir politikkarunum, sambært BBC vísir Facebook síðan hjá honum, at hann var íðin mótstøðumaður hjá Donald Trump, og at hann hevði arbeitt sum sjálvboðin til valstríðið hjá Bernie Sanders.