Amine Gouiri, hattrikk málskjútti í dystinum (Mynd: Uefa)

Skrædl hjá U17: 5-0 í steðginum

Sverri Egholm

06.05.2017 - 10:40

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyska U17 landsliðið stendur veruliga sína roynd í Kroatia, har teir í dag spæla móti Fraklandi í EM.

Fraklendingar vóru eirindaleysir fyrstu løtuna, og skoraðu uppá allar sínar fýra møguleikar. Longu tá bara ein minuttir var leiktur, legði Frakland seg á odda 1-0, og nú 40 minuttir eru leiktir og farið verður til hálvleiks er støðan 5-0.

Tað er eitt franskt lið í serflokki og Føroyar hava framvegis ikki megnað at fingið spælið at koyra.

Vónandi klára Føroyar at demma fyri sum frægast í seinna hálvleiki, so úrslitið ikki gerst verri enn tað longu er.