Skriva samkenslukvøða til Kongshúsið

Ari av Rana

26.02.2018 - 12:38

Tíðindi > Eysturoy - Runavík

Nú kongaliga hátignin Hendrik prinsur er látin 83 ára gamal, hevur Ríkisumboðið skipað so fyri, at møguleiki er hjá fólki at skriva samkenslukvøðu í kondolancubókina, sum í hesum viðfangi hevur ligið frammi ymsar staðir í Føroyum.

Í dag og í morgin – 26. og 27. februar - liggur kondolancubókin frammi í býráðssalinum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará, skrivar kommunan á heimasíðu síni.