Savnsmynd

Skriva undir seinnapartin

Sverri Egholm

14.09.2015 - 09:51

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Klokkan 16 í dag eru miðlarnir bjóðaðir til tíðindafund í løgtinginum. Tað er Javnaðarflokkurin sum hevur sent út innbjóðingina.

Flokkarnir vóru longu samdir um samgonguskjalið og málsøkjabýtið náttina til sunnudagin.

Men klokkan 16 í dag fáa vit greiðu á hvør verður hvat. Tað er longu greitt at Aksel V. Johannesen verður løgmaður. Umframt tað fær Javnaðarflokkurin Almannaráðið, Mentamálaráðið og Innlendismálaráðið.

Tjóðveldi fær trý ráð. Fíggjarmálaráðið, Fiskimálaráðið og Heilsumálaráðið.

Framsókn fær eitt aðalráð og tað er vinnumál sum eisini skal umsita uttanríkismál.

Les eisini: Vp.fo: Soleiðis verður landsstýrrið mannað