Skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

12.03.2018 - 21:35

Mentan >

Hósdagin 15. mars kl. 17.30 verður aftur skipað fyri skrúvuguðstænastu í Hoyvíkar kirkju. Hóast matskráin nú er lasanja, hongur navnið við enn, men innihaldið er sum altíð hitt sama: Ein góð bíbliusøga, sálmasangur og ein góð máltíð.

Tiltakið plagar at vera væl vitjað av børnum og vaksnum, og øll eru hjartaliga vælkomin. Marjun Bæk, prestur, stílar fyri.