Skúlabørn framføra Tarzan The Musical



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

07.03.2018 - 19:50

Mentan > Mentan > Sjónleikur

Aftur í ár er Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Í døgunum 14. mars til og við 22. mars sýnir breytin fram TARZAN The Musical í Mentanarhúsinum. Sangleikurin er so heilt avgjørt fyri øll – bæði stór og smá. Leikurin, sum er týddur til føroyskt, er bygdur á Disneyteknifilmin frá 1999.

TARZAN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum. Heimskendi Phil Collins framleiddi tónleikin til filmin/leikin, og serliga munnu mong kennast við sera vakra sangin, You'll Be In My Heart.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Umleið 40 10.floks næmingar ganga á Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og Skúlanum við Streymin.

Almennu sýningarnar eru í tíðarskeiðinum 14.-22. mars.