Skúlanæmingar kappast í íverksetan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

13.02.2018 - 18:28

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Íverksetan

Fríggjadagin 23. februar verður stóra finalan í SkúlaFM, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast um at vinna Gullfræið frá Íverksetarahúsinum. Í ár verður finalan í nýggja mentanarhúsinum á Drelnesi í Suðuroy, SALT. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setur dagin.

SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum. Síðan august hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan, og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur.

Íverksetarahúsið hevur síðani 2010 skipað fyri íverksetan í fólkaskúlanum í samstarvi við Mentamálaráðið og skúlarnar. Næmingarnir fáa undirvísing ígjøgnum grundleggjandi venjingar, har tey m.a. læra at vera nýskapandi og at menna góð hugskot, sum skapa virði fyri samfelagið.

Undirvísing í íverksetan í skúlaverkinum er eitt av týdningarmestu arbeiðsøkjunum hjá Íverksetarahúsinum. Allar kanningar vísa, at jú fyrr tú byrjar at arbeiða við íverksetan, tess størri gerst møguleikin fyri einari ítøkiligari fyritøku. Eisini fáa næmingarnir persónligar, fakligar og sosialar førleikar, sum tey kunnu brúka seinni í lívinum, bæði sum íverksetarar ella sum leiðarar og starvsfólk.

Í finaluni í SALT sleppa næmingarnir at royna seg sum sjálvstøðug vinnureknandi og fara at leggja sínar virkisætlanir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina.
Vinnandi bólkurin fær ein kekk uppá kr. 5.000, sum Betri hevur latið, umframt Gullfræið sum listamaðurin Edward Fuglø hevur sniðgivið.

Sjey skúlar eru í ár við í finaluni sum byrjar fríggjamorgunin 23. februar 2018 í Saltsiloini og heldur fram til á middegi. Á tiltakinum verða eisini tónleikaframførslur frá næmingum.

- Íverksetarahúsið í Klaksvík