(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Skúlin á Fløtum byrjar at taka skap



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

22.02.2018 - 23:18

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Knappliga eitt ár eftir at fyrsta skotið varð latið av, eru stálbjálkarnir uppsettir yvir ítróttarhøllini, sum er oyggj 6, og byrjað er at leggja dekkelement.

Sunnanfyri, í oyggj 7, verða veggir, súlur og dekk stoypt á staðnum. Fyribils timburklæðingin er til innilokan av bygninginum, soleiðis at arbeiðast kann inni, áðrenn útveggirnir verða uppsettir, skrivar Tórshavnar kommuna.