Mynd: Torshavn.fo

Skúlin á Fløtum er størsta kommunala íløga nakrantíð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Beinta Poulsen

25.09.2015 - 17:08

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Í dag er ráðleggingardagur í samanlagda Kommunu- og Venjingarskúlanum. Eitt av evnunum í morgun var framløgan hjá Biritu Wardum, býararkitekti, um komandi Skúlan á Fløtum, og frágreiðing frá Heðini Mortensen, borgarstjóra, í hesum sambandi. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna.

Á nýggjárinum løgdu gomlu skúlarnir formliga saman við nýggja navninum Skúlin á Fløtum. Ein samanlegging av tveimum góðum traditiónsríkum skúlum í sjálvum sær er ein krevjandi tilgongd, har næmingar og lærarar skulu samansjóðast og nýggi skúlin finna beinini.

- Henda tilgongd gerst ikki minni avbjóðandi av, at stórt arbeiði at fyrireika byggingina av nýggja skúlanum á Fløtum fer fram samstundis. Lærarar eru spjaddir kring stóran part av býnum í ymsum skúlaeindum, og hetta er heldur ikki besta fortreyt fyri samansjóðing. Men tað er so ein orsøk til, at vit øll seta øll segl til fyri at fáa nýggja skúlan bygdan sum skjótast, sigur borgarstjórin.

Í hesum døgum verður løgd seinasta hond á sonevndu byggiskránna. Ikki færri enn 17 arbeiðsbólkar hava verið í sving saman við bygginevnd og ráðgevum.

- Verandi støða við einum skúla í seks eindum kring býin er einans ein fyribilsskipan á leiðini til ein nýmótans og spennandi skúlabygning úti á Fløtum. Tað gleðiliga er, at komandi fimm árini fara hesar eindirnar at fækkast, og í stigum taka vit nýggja skúlan í brúk í ávíkavist 2018, 2019 og 2020, sigur borgarstjórin.

- Vit kunnu veruliga síggja fram til at fáa ein framtíðar skúla, har tað verða nógvir og góðir møguleikar fyri góðari útbúgving, menning og trivnaði, bæði fyri næmingar og lærarar.

Sambært Torshavn.fo fáa góðkendu arkitektarnir beint eftir heystfrítíðina høvið at taka lut í hugskotskapping, har man á fyrsta sinni fær boð uppá, hvussu nýggi skúlin kemur at síggja út. Hesi úrslit kunnu síggjast beint fyri jól, og neyv tíðarætlan er løgd fyri alt verkætlanarskeiðið.

Sí myndir niðanfyri, ið Tórshavnar kommuna hevur tikið á ráðleggingardegnum.