Skulu vísast av landinum sum skjótast

Jógvan Hugo Gardar

31.08.2014 - 20:15

Tíðindi >

Løgreglan umhugsar at fáa danskar myndugleikar til sum skjótast at senda teir 14 Sea Shepherd-limirnar sum blivu handtiknir á Sandi í gjár, av landinum. Hetta sigur leiðarin á kriminaldeildini hjá løgregluni, Jón Klein OIsen í samrøðu við Kringvarpið.

Sea Shepherd limirniri verða í løtuni avhoyrdir, og væntandi fer politiið at heita á danska útlendingastýrið um at fáa fólkini útvíst, sigur Jón Klein Olsen.