Skurðlækni stjól heroin úr búkinum á sjúklingi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Erla Berghamar

13.08.2013 - 23:01

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Ein russiskur skurðlækni varð handtikin í dag í býnum Kransoyarsk í Sibiria fyri at hava stolið heroin úr búkinum á einum sjúklingi. Hetta skrivar AFP.

Skurðlækninl skuldi taka posan við heroini úr búkinum á einum rúsevnasmuglara, men løgreglan undraðist á, at ein partur av rúsevninum vantaði í.

Skurðlæknin varð kropskannaður, og har fann løgreglan fimm gramm av heroini.

Russiski læknin varð handtikin. Hann vil einki siga við løgregluna, fyrr enn hann hevur tosað við sakførara sín.

Læknin kann fáa 15 ára fongsulsrevsing fyri at hava stolið og hava hørð rúsevni í varðveitslu.


(Mynd: Thinkstock )