Tað er meira og meira, ið bendir á, at Zlatan Ibrahimovic fær ein leiklut fyri United aftur hetta kappingarárið.


(Mynd: EPA)

Sky: Zlatan og United samráðast um sáttmála



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

09.08.2017 - 16:32

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

35-ára gamli Zlatan Ibrahimovic var ein lyklaleikari fyri Manchester United í fjør. Svenski áleyparin var millum annað við at tryggja United sigurin í Capital One Cup-finaluni við tveimum málum, og hansara týðiligu eginleikar á vøllinum og hansara leiðaraeginleikar góvu United nógv.

Zlatan fekk ein álvarsaman knæskaða í kvartfinaluni í Evropa League ímóti Anderlecht í apríl. Tað varð væntað, at Zlatan ikki fór at spæla aftur fyrrenn tíðliga í 2018. Men uppvejingin hevur gingið sera væl, og tað hevur ljóðað, at hann allarhelst er tøkur aftur áðrenn ársskifti. Zlatan venur upp á Carrington, ið er venjingarmiðstøðin hjá Manchester United. Partarnir longdu annars ikki um samstarvið, ið gekk út í juni, men nú er tað nógv sum bendir á, at Zlatan Ibrahimovic spælir við United, tá hann er til reiðar aftur.

Sambært italienska Sky og bretska Sky Sports eru partarnir í samráðingum um nýggjan sáttmála. Aðrir miðlar, sum til dømis The Guardian, skriva í dag, at Zlatan ynskir at gera sáttmála við United, og at hann vil arbeiða hart fyri at fáa tað í lag. Umboðsmaðurin hjá Zlatan, Mino Raiola, hevur úttalað seg um, at fleiri feløg eru eftir Zlatan, men at hann ynskir at spæla í Champions League. Annars hava serliga LA Galaxy og AC Milan verið nevnd sum møgulig nýggj feløg hjá svianum.

United keypti Romelu Lukaku úr Everton fyri 75 milliónir pund í juli, men hóast hann er fyrsti áleypari í løtuni, so tykist tað sum um, at pláss eisini er fyri Zlatan. Hetta hevur José Mourinho víst á, og áðrenn Super Cup finaluna í gjár staðfesti venjarin hjá United, at tað er ein møguleiki fyri at Zlatan verður partur av United-hópinum aftur.