Mynd: Jens Kr. Vang

Slættaberg og Ågot aftur lið um lið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Kiran Jóanesarson

08.01.2015 - 19:45

> Tíðindi > Føroyar

Uppisjóvarskipið Slættaberg kom í gjár á Havnina har skipið skal á beding hjá Mest.

Á bedingini hjá Mest skulu teir gera ymiskt viðlíkahald eitt nú mála botn og annað, klassasýn og skifta nakrar ventilar.

Tað sum er serligt í løtuni er, at bæði Slættaberg og Ågot standa á bedingini hjá Mest í Tórshavn.

Skipini, sum vóru nevnd í fleiri yvirskriftum fyri einum góðum ári síðan, tá Slættaberg rendi í síðuna á Ågot meðan skipið lá við bryggju í Klaksvík.

Ågot var júst komin aftur av túri, og øll lastin fór fyri skeyti. Ågot var á bedingini hjá Mest í Tórshavn meginpartin av 2014.

Arbeiðið uppá Slættaberg tekur helst eitt sindur meira enn eina viku.