Mynd: Olaf Olsen

Slakt í Høllini á Hálsi

Steinar Patursson

23.05.2016 - 20:11

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Tað var lítil og eingin mótstøða, tá føroysku flogbóltskvinnurnar í kvøld knústu Írland 3-0 í HM/EM undankappingini.

Føroysku kvinnurnar løgdu seg á odda beinanvegin í fyrsta setti, og har vóru tær verandi til dysturin var liðugur.

Írland megnaði tó at minka um munin millum 1. og 2. sett.

Fyrsta sett endaði 25-8 til Føroyar, meðan annað sett endaði 25-12.

Tá komið varð í 3. sett fór at líkjast meira einum dysti, og írsku kvinnurnar megnaðu hesa ferð at fáa nøkur stig beinanvegin.

Tað hjálpti tó lítið, tí løtu seinni fóru føroysku kvinnurnar strúkandi frá teimum, og settið endaði 25-11.

Tað endaði sostatt við einum 3-0 sigri Føroyar við settúrslitunum 25-8, 25-12, 25-11.

Føroysku kvinnurnar skulu í eldin aftur longu í morgin, tá tær spæla ímóti Liktinstein.

Sí eisini: Myndir: Føroyar - Írland