Isaac Makwala, til høgru, rann seg lættliga í finaluna undir innleiðandi kappingunum (Mynd: EPA)

Slapp ikki at renna HM-finaluna


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

09.08.2017 - 12:29

Ítróttur > Ítróttur > Frælsur ítróttur

Heimsmeistaraskapirnir í frælsari ítrótt, sum í hesum døgum verða hildnir í London, vórðu í gjárkvøldið raktir av eini gølu, tá vaktir forðaðu einum av favorittunum í 400 metra rennifinaluni atgongd til rennibreytina.

- Tey settu eina fellu fyri meg, og noktaðu mær atgongd, skrivaði rennarin Isaac Makwala úr Botswana á Facebook eftir hendingina.

Orsøkin til at rennarin úr Botswana ikki slapp at luttaka í finaluni er, at hann skuldi vera raktur av smittandi magasjúku.

Fleiri ítróttafólk á hotellinum, har Makwala býr, eru rakt av magasjúku. Og tí vildu læknarnir ikki loyva Makwala at luttaka í innleiðandi kappingunum á 200 metrum mánadagin, tí illgruni var um at hann eisini var raktur.

Hann hevði longu runnið seg í finaluna í 400 metrum, men nú verður róð fram undir, at altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt, IAAF, hevur lagt forðingar fyri at hann skal sleppa við í finaluna í gjárkvøldið, fyri at tryggja suðurafrikanska rennaranum, Wayde van Niekerk, sigurin.

Makwala vísir aftur, at hann hevur verið sjúkur – heldur ikki er hann kannaður av læknum, sigur hann. Men sambært IAAF hava læknar staðfest ”smittandi sjúku” hjá Isaac Makwala undir eini læknakanning mánadagin, skrivar Ritzau.

Sum skilst er vanligt, at ítróttafólk fáa bann fyri at luttaka í kapping í 48 tímar, um slíkt verður staðfest.

Isaac Makwala var millum favorittarnar at vinna HM í 400 metra renning. Nú vann suðurafrikanski Wayde van Niekert uttan stórvegis trupulleikar.