Sligin í andlitið við glasi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

18.06.2017 - 08:00

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Ein maður mátti í nátt koyrast á Landssjúkrahúsi við skaða í andlitinum, eftir at hann var sligið við einum glasi.

Hendingin fór fram uttan fyri eitt av skeinkistøðunum í Havn um 3-4 tíðina í nátt. Maðurin bløddi illa í andlitinum, men vakthavandi á politistøðini veit ikki meira um hvussu álvarsligan skaða, hann hevur fingið.

Maðurin, ið framdi illgerðina, varð handtikin, og verður nú skuldsettur fyri harðskap. Vakthavandi metir, at talan var um so álvarsligt álop, at hann helst verður skuldsettur eftir grein 245 í revsilógini, sum er fyri grovan harðskap.

Løgreglan tók í nátt eisini ein annan mann, sum í fyllskapi uppførdi seg ólátað mótvegis løgregluni. Hesin verður skuldsettur fyri brot á politiviðtøkuna, og kann vænta sær eina bót.