Mynd: Ásbjørn Jacobsen

Sløkkiliðið skjótt á staðnum




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hallur av Rana

20.10.2014 - 20:10

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Tað gekk skjótt hjá sløkkiliðnum at basa eldin í Leirvík í dag. Einans eitt korter gekk frá tí, at eldurin var fráboðaður, til hann var sløktur.

Orsøkin til eldin er ikki staðfestur, men ein gassfløska, ið var stødd í bilinum, sprongdist. Sløkkiliðið upplýsir tó, at trýstið av sprongingini fór upp gjøgnum takið á bilinum og hevði sprongingin tískil avmarkaðan skaða á umhvørvið.

Ongin stórvegis skaði stóðst av eldinum. Men sum skilst hevur talan verði um øgiligan hita tí eini løtuna og nøkur hús tætt við fingið onkran smávegis materiellan skaða. Klædningurin á einum nærliggjandi húsum hevði hug til at smelta eina løtu, meðan ytru rútarnir á einum øðrum húsi sprekkaðist upplýsir sløkkiliði í Eystur Kommunu.