Vesturland við bryggju á Skála (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sløkkiliðsleiðarin: - Eldurin á Vesturland er endaliga sløktur

Niels Petersen

09.01.2017 - 23:12

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla
Ógvusligi eldurin umborð á Vesturland er endaliga sløktur, og av trygdaráðum er eftirlit eisini við skipinum í nátt. Bæði fyri at kunna sløkkja eldin aftur skjótast gjørligt, men eisini fyri at óviðkomandi ikki koma umborð, og harvið órógva kanningararbeiðið, sum ivaleyst verður framt í morgin ella í ovurmorgin. Hetta visti Sunnleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari at siga fyri lítlari løtu síðani.

Vesturland var staddur á Føroya Banka, tá eldur brádliga kom í skipið. Hetta var um middagsleitið leygardagin Eldurin spjaddi seg skjótt, og tað endaði við, at manningin mátti lyftast av skipinum av bjargingartyrluni.

Tað tók tyrluni umleið 40 minuttir at flúgva út til Vesturland. Og manningin, sum taldi 10 mans, varð fingin upp í tyrluna í øllum góðum.

Tyrlan fleyg til Havnar og setti manningina av við Landssjúkrahúsið, tí onkur av teimum hevði fingið royk í seg.

Brimil og Vædderen vóru hjá Vesturlandi gjáranáttina, og komu á Skála við skipinum tíðliga í morgun. Har liggur nú fullkomuliga uppkolaða skipið, og nú er so spurningurin, hvat fer at henda við hesum bunkanum av metalli. Skipinum er tað so ikki nógv eftir av.

- Skipið er fullkomuliga kolað upp, har er hendinga ting sum møguliga kann brúkast aftur. Annars er alt farið, segði Sunnleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari í Skálafjarða Sløkkiliði.

Sunleiv upplýsir, at vaktarmaðurin, sum løgreglan hevur sett at ansa eftir skipinum hevur kontakt við ein mann hjá sløkkiliðnum á Skála, um so er, at nakað skuldi hent í nátt.

Skálafjarða Sløkkilið fekk bast eldinum endaliga um klokkan 18 í kvøld, og tá liðugt var at rudda økið kring skipið, umleið klokkan 21 var ongin vandi á ferð. Alt var væl og virðuliga sløkt, visti Sunleiv Højgaard at siga.

Síðani hevur maður hjá sløkkiliðnum á Skála verið á økinum einaferð um tíman, fyri at kanna eftir, at alt er sum tað skal vera, umframt at vaktarmaðurin hevur nummarið hjá hesum sløkkiliðsmanninum, og skjótt kann ringja hann upp.

So nú skuldi trygdin verið rímuliga góð.

Sí eisini: Myndir: Eldur í lastini á Vesturlandi