(Mynd: Dagur & vika)

Sløkkiliðsstjórin koyrdur til hús



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

02.01.2018 - 13:02

Tíðindi >

Stjórin fyri Tórshavnar Sløkkilið, Kartni Jacobsen, er sendur til hús. Tað váttar Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, fyri Kringvarpinum.

Hon hevur ongar viðmerkingar til orsøkina annað enn, at talan er um persónlig viðurskifti.

Heini Østerø er fyribilssettur sløkkiliðsstjóri og Hans David Hansen heldur fram sum varastjóri.

Kartni Jacobsen fekk ætlanarskriv um uppsøgn fyri jól, og hevur freist til 17. januar at svara, veit útvarpið hjá Kringvarpinum.