Mynd: Sverri Egholm

Slovenia tryggan sigur á Tórsvølli

Sverri Egholm

07.06.2018 - 18:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað gjørdist til eitt 4-0 tap hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í kvøld spældi móti Slovenia á Tórsvølli í HM-undankappingardysti.

Føroysku kvinnurnar fingu als einki at rigga í fyrra hálvleiki, og tá er ringt at gera nakað sum helst móti slíkum liðum.

Longu tá 10 minuttir vóru leiktir legði útiliðið seg á odda 1-0, og góðar tíggju minuttir fekk Slovenia brotsspark, sum tær ikki misnýttu. 2-0, sum støðan eisini var í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki komu eisini tvey mál. Eitt tá 65 minuttir vóru leiktir, og hitt tá bara tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

Og hóast bæði Heidi Sevdal og Milja Simonsen vóru nær við, so komu Føroyar ikki á máltalvuna í kvøld. Úrslitið gjørdist 4-0.

412 áskoðarar vóru á Tórsvølli í kvøld.

Sí eisini: Føroyar - Slovenia (0-4)