(Mynd: Jan Faulkner Mouritsen)

Smáhvalur skolaður upp á Leynasand



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.02.2018 - 13:12

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Náttúra

Ein lítil hvalur er í nátt skolaður upp á Leynasand.

Talan er um ein fullvaksnan kvennhval av slagnum rissospringari. Hetta springaraslag er sjáldsamt í føroyskum sjógvi. Fyri nøkrum árum síðan var ein bólkur av hesum slagnum hildin til í Suðuroy, men annars er slagið ikki staðfest á hvalateljingunum í føroyskum sjógvi, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum.

Bjarni metir, at hvalurin hevur ligið deyður í sjónum í eina til tvær vikur. Tað er ikki komið rot í hann av álvara, men hann hevur mist nakað av litinum og er eisini eitt sindur bólgnaður.

Náttúrugripasavnið fer nú at taka sær av rænum, kanna magan fyri plastrestir og annars vita, hvat kann brúkast í sambandi við miðlanina hjá savninum.