Mynd: EMSphotos

Smáligur svartkjaftafiskiskapur sunnanfyri Føroyar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

13.01.2018 - 19:22

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipini, sum ikki eru á makrelveiðu í ES sjógvi, fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, men fiskiskapurin er ikki nógv at reypa av.

Jupiter kom á Fuglafjørð í dag. Teir hava umleið 700 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Borgarin, sum eisini hevur verið á svartkjaftaveiðu, kemur á Kollafjørð í kvøld við umleið 500 tonsum, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.

Finnur Fríði og Norðingur, sum eru á svartkjaftafeltinum sunnanfyri, lata ikki serliga væl at fiskiskapinum seinastu dagarnar, hóast hann nú er batnaður eitt sindur. 

Hóast fiskiskapurin er batnaður, so er veðrið einki serligt á feltinum, og tað ávirkar rættuliga nógv í løtuni.