Smyril: Brekið broytir ferðaætlanina nakað

Snorri Brend

25.09.2014 - 16:33

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Smyril slapp ikki frá bryggju í morgun, tá farast skuldi av Krambatanga til Havnar.

Motorarnir vildu ikki starta, tá teir skuldu, tí at ein ventilur var farin.

Men eftir at menn høvdu arbeitt við at loysa trupulleikan í eina tíma, kundi Smyril leggja frá landi ein góðan tíma seinni enn ætlað.

- Vit verða tí noyddir at broyta ferðaætlanina í dag, upplýsir Jens Petur Brattalíð fyri Portalinum.

Hann er ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, og her gjørdi ein av, at túrurin av Havnini fyri einum tíma síðani ikki kundi siglast.

- Hesin túrurin verður ístaðin sigldur klokkan 13, sigur hann.

Eftir hetta verður ferðaætlanin fylgd, soleiðis at Smyril fer aftur av Krambatanga klokkan 15:30 og suður aftur klokkan 18:30.