(Skíggjamynd: kortal.fo)

Smyril Line søkt um at loyvi at byggja hotell á Oknarvegnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

21.03.2018 - 11:55

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

- Tað er ein treytað umsókn.

Soleiðis sigur Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line við Portalin um umsóknina, sum Tórshavnar býráð hevur fingið um loyvi at byggja hotell á Oknarvegnum.

Kringvarpið segði í morgun, at Tórshavnar býráð í annaðkvøld fer at samtykkja at broyta byggisamtyktina við Oknarvegin, tí at býráðið hevði móttikið eina umsókn um byggiloyvi til hotell við Oknarvegin.

Rúni V. Poulsen leggur dent á, at umsóknin er treytað, tvs. at nógv manglar at koma uppá pláss, áðrenn hotell kann byggjast.