Smyril mátti venda við, tí útlendskt ferðafólk endaði umborð á skeivum skipi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

20.06.2018 - 16:08

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Tað var eitt verri skil, ið bleiv, tá Smyril fór av Havnini seinnapartin í dag til Suðuroyar. 

Ein týsk kvinna var farin við Smyrli, men hon fann skjótt útav, at hon var komin umborð á skeivt skip.

Smyril mátti tí venda aftur til Havnar, so týskarin kundi fara við Norrønu seinni í kvøld.

Niels Harald Michelsen, skipari umborð á Smyrli, váttar tíðindini og sigur, at vit sum land eiga at taka tað til okkum, tá ið slíkt hendir. 

- Uppmerkingarnar eru for vánaligar, tí útlendingar kenna ikki munin millum "Smyril" og "Smyril Line" og tí kemur blandingur í. 

- Vit mugu royna sum frægast at merkja betur, tí tað ber ikki til, at eitt so stórt skip skal venda við, tí ferðafólk ikki kenna mun á skipunum. Tað er ikki gott, og vit mugu gera tað betur, m.a. við størri skeltum, sum greitt vísa á, hvat fyri skip talan er um.