Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Smyril siglir bara annan vegin hvønn dag - Burtur úr vón og viti

Sverri Egholm

12.01.2018 - 21:37

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

- Høvuðsprinsippið í einum túri er, at tú fert avstað, og túrurin endar tá tú ert komin í havn aftur. Tað er púra klárt.

Hetta sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum í kvøld. Hann sipar til greinina, sum Portalurin skrivaði fyrr í dag, har Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum verður siteraður fyri at siga, at ætlanin er bara at sigla smyril annan vegin hvønn dag, meðan samhugaverkfallið er.

- At man definerar ein túr at bara sigla annan vegin, tað er púra greitt ímóti øllum avtalum, man ger. Tað er burtur úr vón og viti, sigur Henrik Old.

Henrik Old sigur seg einki hava ímóti samhuga við “einum og øðrum”, sum hann orðar seg, men tá man byrjar at skrúva við sovorðin prinsippir um hvat ein túrur hjá einum skipið er. Tá er tað farið ov langt, heldur hann.

Rakt í tríggjar dagar
Umframt tað, so hava fakfeløgini, sum hava limir á strandfaraskipunum gjørt av, at býta 24 tíma verkfallið millum sín, so strandferðslan verður rakt í tríggjar dagar. Tað merkir, at mánadagin eru tað limirnir í Starvsmannafelagnum, sum eru í verkfalli, týsdagin eru tað limirnir í Maskinmeistarafelagnum og mikudagin hevur Skipara- og Navigatørfelagið túr.

- Um teir steðga motorunum hjá Strandferðsluni, so gangi eg út frá, at teir eisini steðga maskinunum hjá SEV. Tað má man ganga út frá, sigur hann.

- Tí steðga teir bara motorunum hjá strandfaraskipunum, er tað tekin um, at teir fáa kaldar føtur.

- Man kann ikki bara lata tað ganga út yvir tíggju prosent av fólkinum, heldur landsstýrismaðurin.

Tað vóru 21 feløg sum á middegi í dag boðaðu frá, at tey fóru í samhugaverkfall í næstu viku. Verkfallið hjá hesum feløgum er galdandi í 24 tímar frá mánadegnum av í flestum førum.