Mynd: Mediawatch.dk

Snapchat á partabrævamarknaðin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

16.02.2017 - 12:20

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Snapchat fer í næstum, sambært álítandi keldum, at lata seg skráseta á partabrævamarknaðinum í USA.

Prísurin fyri felagið kann, tá ið alt kemur alt, gerast meira enn 150 milliardir krónur, sjálvt um fyritøkan enn hevur til góðar at forvinna pening burturúr.

Hetta veit danska Mediawatch at siga.

Mediawatch vísir á, at felagið eftir ætlan fer at selja síni partabrøv fyri 14-16 dollarar hvørt. Hetta fer at hava við sær, at virðið á felagnum verður 135-136 milliardir krónur; ein upphædd, sum er nakað lægri enn tað, sum felagið áður hevur miðað eftir.

Sambært Wall Street Journal stúra ávísir íleggjarar fyri prísásetanini av Snapchat, hetta tí at vøksturin í brúkaratalinum, sum í løtuni er 158 milliónir, einamest í aldursbólkinum 18-34 ár, ikki er stórur, sum hann fyrr hevur verið.

Samstundis hevur felagið eisini eitt undirskot í løtuni. Í fjør var undirskotið hjá felagnum meira enn 515 milliónir dollarar, og var undirskotið árið fyri 373 milliónir dollarar.

Harumframt er stór kapping um brúkararnar frá øðrum sosialum miðlum, so sum Facebook, Instagram og Twitter.

Sambært Wall Street Journal fer handilin við Snapchat-partabrøvum at byrja í mars í ár.

Snapchat, sum er ein app, ið gevur brúkarum sínum møguleika at senda myndir og stutt videobrot upp til tíggju sekundir, sá dagsins ljós í 2011.