Kylie Jenner (Mynd: Carlo Allegri / Reuters)

Snapchat í kreppu aftaná Kylie Jenner úttalar seg um nýggja sniðið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

23.02.2018 - 17:11

Mentan >

Snapchat er komið í kreppu aftaná 20 ára gamla superstjørnan, Kylie Jenner, eisini hevur gjørt vart við sína ónøgd á Twitter um nýggja sniðið, sum Snapchat kom við fyri nøkrum vikum síðan.

Les eisini: Brúkarar ilskast inná Snapchat

Portal.fo skrivaði 9. februar, at dagføringin hevur við sær nýtt snið og broyting í bygnaðinum av appini, og hevur hetta ført við sær túsindavís av eittstjørnaðum ummælum av appini í App Store og Google Play Store. Síðan tá hava fleiri enn 1 millión fólk kring heimin skrivað undir uppá, at tey ynskja gamla sniðið aftur. 

Útsøgnin hjá Kylie Jenner mikudag seinnapart hevur ført við sær, at virðið á partabrøvunum hjá Snapchat er follið meir enn 1 milliard. 

Einasta aftursvarið, ið er komið frá Snapchat inntil víðari, kom frá stjóranum Evan Spiegel fyrr í mánaðinum, tá hann segði, at tað tekur tíð hjá brúkarum at venja seg við nýggja sniðið.