Mynd: Sverri Egholm

So byrjar fyrsta høvuðsnavnið

Sverri Egholm

10.08.2017 - 20:58

Mentan > Mentan > Tónleikur

Klokkan nærkast tíggju og fyrsta høvuðsnavnið trínir á pallin hvørja løtu á ársins Summarfestivali.

Tað er bólkurin Lukas Graham, sum letur Vágsbø upp. Teir søgdu fyrr í dag, at teir lovaðu eitt brak og at teir nú vóru meira royndir enn seinast teir vóru her fyri tveimum árum síðani.

Veðrið er einki serligt, men tað sær ikki út til at bila nakað hjá fólki, sum eru væl fyrireikaði við regnskjólum, regnsløgum og eru í gummistivlum.

Síggj annars alla skránna her