Tað er stórur spenningur í Danmark, nú enn eitt endaspæl er fyri framman hjá donsku kvinnunum.
(Mynd:Liselotte Sabroe / Scanpix Denmark)

Nú byrjar HM hjá kvinnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

01.12.2017 - 11:54

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í kvøld er setanardysturin í HM-endaspælinum hjá kvinnum. Tað eru vertirnir, Týskland, sum taka ímóti Kamerun í Leipzig. Býurin er ein av seks vertsbýunum til hetta HM-endaspælið. 

Bólkaspælið byrjar í kvøld, og endar um eina viku. Tà hava fýra útav seks liðum úr hvørjum bólki spælt seg víðari. Tað eru fýra bólkar, og sostatt koma 16 lið víðari. Harfrá er tað knock-out fram til finaluna, ið verður leikt sunnudagin 17.desember í Hamburg.

Norra skal verja heimsmeistaraheitið frá 2015. Norra vann eisini EM í fjør, meðan Holland, ið endaði nummar tvey í EM í fjør eisini er ímillum favorittarnar. Donsku kvinnurnar eru seedaðir í ovasta seedingslagið, og eftir eitt gott EM í fjør, har Danmark endaði nummar fýra, so eru vónirnar góðar til liðið hjá Klavs Bruun Jørgensen. Danska liðið skal í eldin í annakvøld kl.19.30. Fyrsta uppgávan er ímóti Montenegro.

Fyrsti dysturin verður bríkslaður í gongd í kvøld kl.18.00, og har er Týskland stórfavorittur.

Her eru bólkarnir. Raðfylgjan er eftir hvussu liðini eru seedaði. Frakland er seedað hægst, Rumenia í 2. seedingslagið o.s.fr.


Bólkur A:

Frakland
Rumenia
Spania
Slovenia
Angola
Paraguay


Bólkur B:

Norra
Svøríki
Kekkia
Ungarn
Argentina
Pólland

Bólkur C:

Danmark
Russland
Brasilia
Montenegro
Japan
Tunesia


Bólkur D:

Holland
Týskland
Serbia
Suður Korea
Kina
Kamerun