Tey tilnevndu til Faroe Music Awards 2014 kunngjørd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

21.02.2014 - 18:56

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

So eru tey tilnevndu til FMA - Faroe Music Awards 2014 - almannakunngjørd. Tríggjar dómsnevndir hava tilnevnt føroysk tónleikanøvn, og nú ber til hjá Føroya fólki at atkvøða fyri teim tilnevndu.

Nærri fæst at vita um, hvussu ein kann atkvøða á Facebook síðuni hjá FMA: www.facebook.com/faroesemusicawards

Sjálv virðislønahandanin verður í Norðurlandahúsinum tann 15. mars.

Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið skipa fyri tiltakinum.

15 fólk í trimum dómsnevndum - fimm fólk í hvørjari - hava tilnevnt innan hvønn sín bólk: Popp-bólkurin, Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk-bólkurin og Opni bólkurin.

Her eru tey tilnevndu innan Popp-bólkin:

Ársins sangari:
Teitur
Høgni Reistrup
Knút
Jens Marni
Hallur Joensen

Ársins songkvinna:
Greta Svabo Bech
Guðrið Hansdóttir
Guðrun Pætursdóttir Háberg
Døgg Nónsgjógv
Laila Carlsen

Ársins fløga
Byrta – Byrta
Story Music – Teitur
Undirgangstónar – Swangah
Áðrenn vit hvørva – Høgni Reistrup
With Stars & Legends – Hallur

Ársins sangur
Loyndarmál – Byrta
Tú tók mína hond – Døgg Nónsgjógv
Shut Up & Sing – Greta Svabo Bech
Rock And Roll Band – Teitur
Heyah – Allan Tausen

Ársins bólkur/einstaklingur
Byrta
Teitur
Greta Svabo Bech
Høgni Reistrup
Swangah

Og her eru tey tilnevndu innan Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk-bólkin:

Ársins sangari ella einleikari
Kári Sverrisson
Jón Aldará
Høgni Lisberg

Ársins bólkur ella einstaklingur
Týr
Hamferð
Kári Sverrisson & Bendar Spónir

Ársins fløga
Valkyrja – Týr
Evst – Hamferð
Nøkur fá fet aftrat – Kári Sverrisson & Bendar Spónir

Ársins sangur
Stóra lívmóðurin – Kári Sverrisson & Bendar Spónir
Tokan – Marius og Svævar Knútur
Nation – Týr

Og her eru tey tilnevndu innan Opna bólkin:

Ársins einleikari ella bólkur
Eivør
Bendar Spónir
Kvartettin í Betesda

Ársins fløga
Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen
Skrímslið, lítla systir mín - Eivør
Bendar Spónir – Hvussu bendir man spónir

Ársins lag/verk
Lurta nú – Eivør
Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen
Hin nýggi sangurin – Bendar Spónir

Haraftrat kemur:

Ársins nýggi bólkur/einstaklingur
Byrta
Døgg
Greta
The Absent Silver King
LoverLover
Flamma
Allan Tausen
Laila av Reyni
Jákup Lützen