Betri-deildin hjá monnum leggur út við millum annað einum brakið í Gundadali, har KÍ er á vitjan hjá HB

Upptakt: So fer bólturin av álvara á rull

Agnar Frederiksen

11.03.2018 - 12:18

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Eftir nógvar gitingar og flytingar. Eftir nógva miðvísa fyrireiking í nógvar tímar og eftir nógvar metingar, so er stundin nú endliga her. Kapingarárið 2018 er nú ikki bara fyri framman, men tað er her. Eftir nógvar venjingardystir var stórsteypadysturin seinasta vikuskifti. Í gjár varð fyrsta umfar í næstbestu deildini, og í dag leggja kvinnurnar so frá landi.

Kl.15.00 skulu øll tíggju liðini í Betri-deildini hjá monnum í eldin. Skráin er hendan: 

AB - 07 Vestur
HB - KÍ
EB/Streymur - B36
TB/FCS/Royn - NSÍ
Víkingur - Skála

Eitt sum fellur í eyga beinanvegin, er at klassikarin í føroyskum fótbólti er á skránni. HB tekur ímóti KÍ, og hetta er ein spennandi styrkisroynd fyri bæði liðini. HB skal lyfta seg uppaftur í topp-fýra, og liðið er nú undir leiðslu av íslenska Heimiri Guðjónssyni. Venjarin við nógvum royndum stendur nú á odda fyri einum liðið, ið hevur verið fyri nógvum broytingum. Í KÍ eru eisini nógvir farnir út, og nógvir eru komnir inn. Venjarin er tann sami; undir Mikkjal Thomassen er KÍ endað nummar tvey seinastu tvey árini, og nú er spennandi um KÍ kann lyfta seg eitt pláss hægri, og harvið vinna fyrsta FM-heitið síðani 1999. Bæði liðini hava nakrar skaðar til dystin í dag. Tað er lagt upp til spenning í Gundadali seinnapartin. Kringvarpið stroymir dystin.

Føroyameistarin Víkingur vann Stórsteypið seinasta leygardag eftir brotssparkskapping. Nú er tað meira álvari, nú fyrstu stigini skulu vinnast í Betri-deildini. Maurice Ross er nýggjur venjari í Sarpugerði, og sjálvt um fleiri roydir leikarar eru burtur, so er nógv góðska og nógvar vinnararoyndir á liðnum. Tað verður tó ikki miðað eisini høgt og undanfarnu ár í Saprugerði, men tað er helst eingin ivi um, at liðið kann kappast heilt har uppi. Tað er Skála, ið er á vitjan í dag. Tað er nú Eyðun Klakstein ið hevur evstu ábyrgd, av liðnum ið endaði nummar seks í fjør. Svinghurðin hevur verið nógv í brúk á Skála, og nú fær liðið seg veruliga roynt í fyrsta umfarið.

NSÍ hevur fingið nýggjan venjara og góðan styrk. Talan eru um royndar leikarar, ið hava prógva sítt virðið aftur og aftur í fremstu føroysku deildini, og ein venjara ið hevur vunnið fýra FM-heiti í trimum ymiskum liðum, og kemur frá einum uppihaldið í Víkingi, har tað gjørdist talan um tvey FM á rað. NSÍ vann í fjør steypakappingina, og tað verður mett, at liðið fer av álvara at kappast við um FM í ár. Fyrsta royndin er í Suðuroy, har TB/FCS/Royn gjørdi tað sera trupult fyri nógv lið í fjør. Við Stóra skal felagsliðið vinna nógv stig, fyri at fáa eitt gott kappingarár. Tað er ilt at siga, hvat nýggi svenski venjarin, Glenn Ståhl, og hansara menn fara at avrika í ár, men teir hava so úttala seg um, at leikhátturin hjá liðnum verður nýggjur.  

Í Hólmanum er søguligur dystur. Fyrsti dystur í fremstu mansdeilini nakrantíð verður leiktur har, og tað er B36, ið er mótstøðuliðið. Hetta er fyrsti dystur, sum besta mansliðið hjá EB/Streymi spælir á Eiði síðani 2006. EB/Streymur hevur fingið royndar leikarar inn á liðið, men verður uttan onkrar av teimum í dag. Í fjør fekk felagsliðið við Heðini Askham á odda, arga liðini úr ovaru hálvu nógv, og B36 kendi eisini sviðan av tí. Í ár vóna teir í ársalsfelagnum, at fáa eina betri byrjan enn undanfarna ár. Hetta er ár tvey, har Jákup á Borg hevur evstu ábyrgd. Tað hava ikki veirð so stórar broytingar, og á B36-liðnum hava leikararnir leikt sera nógvar minuttir saman. Í fjør endaði tað við bronsu í landskappingini og silvur í steypakappingi. Tað er eingin ivi um, at B36 aftur í ár fer eftir at tryggja sær metal - allarhelst av fínari slagið.

Á Argjum verður ein dystur, ið longu kann fáa avgerandi týdning. Argjamenn og vágamenn verða mettir at skula stríðast fyri lívinum í deildini, og í dag bresta teir saman úti í Vika. AB-liðið líkist nógv tíð, ið vann 1.deild sannførandi í fjør. Sorin Anghel er nú venjari á Argjum, og hann hevur eitt stórt arbeiði fyri framman. Har vesturi er Pauli Poulsen nýggjur á brúnni, og hann hevur undanfarnu ár megnað at stabilisera Skála í deildini. 07 Vestur hevur mist fleiri royndar leikarar, men tað verður satsað nógv uppá ungdómin har vesturi. 

Vit fylgja gongdini seinnapartin, myndir verða lagdar út og eftir dystirnar eitt yvirlit og seinni ein samandráttur.