Bæði Ísland og Frakland skulu í eldin i kvøld. Liðini hitta ávíkavist Svøríki og Norra. Ísland er í niðasta seedingslag, meðan Frakland enn einaferð er ímillum toppfavorittarnar.



(Mynd: EPA)

So fer EM í gongd

Agnar Frederiksen

12.01.2018 - 10:10

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Meðan Føroyar og fleiri onnur long stríðast í HM undankappingini, so eru 16 lond til reiðar at fara í gongd við EM-endaspælið í Kroatia.

Tað er Týskland, sum skal verja heitið sum evropameistari,og liðið er eisini ein av favorittunum til at vinna tað hesaferð. Frakland og Spania eru eisini í fyrsta seedingslagið saman við vertunum, Kroatia. Danmark er í 2. seedingslagið, har millum annað Svøríki eisini er. Tað er Svøríki, sum spælir ein av fyrstu dystunum í kappingini, tá sviar bresta saman við einari aðrari norðurlendskari tjóð; Íslandi. Tann dysturin verður í dag kl. 17.15. Seinni í kvøld eru eisini tveir spennandi dystir á skránni. Vertirnir spæla grannauppgerð ímóti Serbia, og so hittast Frakland og Norra eisini. Hesi liðini leiktu HM-finalu í fjør, og tá Frakland vann greiðan sigur á heimavølli.

Danir spæla sín fyrsta dyst leygarkvøldið ímóti Ungarn. Tað var Ungarn, ið sló Danmark út í HM-endapælinum fyri einum ári síðani, og bólkurin kann gerast trupul hjá dønum. Spania er vanligt ein marrumótstøða hjá Mikkel Hansen & co, og seinasta liðið í bólkinum er Kekkia.

Trý lið koma víðari frá hvørjum bólki, og síðani er talan um tveir nýggjir bólkar á seks lið, har tvey tey bestu liðini úr hvørjum bólki koma til hálvfinaluna. Stigini sum eru vunnin ímóti øðrum liðum, ið koma víðari úr innleiðandi bólkaspælinum, verða flutt við til millumumfarið.

Her eru bólkarnir og fyrsta umfar í hvørjum bólki:

Bólkur A:
Kroatia
Svøríki
Serbia
Ísland

12/1(í dag):
17.15: Svøríki – Ísland
19.30: Kroatia – Serbia

Bólkur B:
Frakland
Hvítarussland
Norra
Eysturríki

12/1(í dag):
17.15: Hvítarussland-Eysturríki
19.30: Frakland-Norra

Bólkur C:
Týskland
Makedonia
Montenegro
Slovenia

13/1(í morgin):
Týskland-Montenegro
Makedonia-Slovenia


Bólkur D:
Spania
Danmark
Kekkia
Ungarn

13/1(í morgin):
17.15: Spania-Kekkia
19.30: Danmark-Ungarn