Mynd: Sverri Egholm

So fór Havborg

Sverri Egholm

20.10.2017 - 18:10

Tíðindi > Tíðindi > Føroyar

Stutt eftir klokkan 18 sigldi fyrrverandi føroyski rækjutrolarin Havborg út um Molan og setti kósina móti Tromsø.

Skipið, sum nú eitur Arctic Lion, varð selt til Russlands í summar, men hevur síðani søluna ligið á Havnini, har ymiskt smáarbeiði er gjørt.

Seinastu dagarnar hevur skipið ligið við Vónina, og í Tromsø skal nú seinasta útgerðin takast umborð.

Les eisini: Fyrrverandi føroyskur rækjutrolari biður nú Føroyum farvæl