- Hetta er eitt spennandi arbeiði, sigur Brynja Trondesen, mótakvinna í Skálavík

So kom heystmótin eisini til Skálavíkar

Snorri Brend

04.09.2014 - 18:09

Tíðindi > Mentan > Bygdatíðindi

Tað kann tykjast undarligt fyri mong fólk – ella mangar kvinnur – at tað finst ein handil við teimum nýggjastu mótakæðunum í eini so fjarskotnari bygd sum Skálavík.

Í bygdini búgva í dag bert 150 fólk, men kortini hevur Klædnabúðin, sum handilin eitur, havt opið hvønn dag seinastu 30 árini.

Her fáast tey nýggjastu klæðini til kvinnur í øllum aldri – og eisini klæði, ið fylgja mótanum og árstíðini.

Henda mikudagin í farnu viku, tá Portalurin vitjaði í Skálavík kom postbilurin júst við tí nýggjasta mótanum – heystmótanum 2014.

- Eg fari at pakka tað út nú, og eg vænti at tað alt liggur frammi í morgin, sigur Brynja Trondesen, ið rekur handilin í heimi sínum.

Klædnabúðin lat dyrnar upp á fyrsta sinni 29. september í 1984, og kann tí hátíðarhalda 30 ára upplatingardag sín seinni í hesum mánaðinum.


GÓÐAN STUÐUL
Tað kann tykjast møtimikið – og nærum ógjørligt – at kunna reka ein handil við mótaklæðum í Skálavík.

Hetta hevur Brynja helst ofta fingið spurningar um. Men hon er samstundis eitt prógv um at tað ógjørligt summatíðir ber til.

- Ja, eg havi fingið góðan stuðul frá manninum, og ikki minst frá fólki her í oynni, sum eru ófør at vitja handilin, sigur Brynja við Portalin.

- Men vit hava kortini havt nógv fólk aðrastaðni frá sum kundar her – ikki minst eftir at Depilin lat upp her í bygdini.


HEYSTMÓTIN
Postkonan Jonna Højsted var júst framvið handlinum við posti og teim nýggjastu klæðunum hesa løtuna.


Les eisini: Jonna: - Orsaka meg. Men posturin má altso út


- Ja, hetta er heystklæði frá Sisters Point, greiðir Brynja frá.

Hon samstarvar um innkeyp saman við handlinum Zorella í Miðvági.

Brynja er bráð eftir at pakka heystmótan upp.

- Hetta er eitt spennandi arbeiði, sigur hon.