Mynd: EPA

- So leingi USA øsir okkum fremja vit kjarnorku-royndarspreingingar

Jens Hákun Leo

27.04.2017 - 11:15

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Sok Chol Won, ein talsmaður hjá norðurkoreansku stjórnini, hevur nú í einari samrøðu við CNN hótt við, vegna stýrið í Norður Korea, at Norður Korea fer at fremja fleiri kjarnorkuroyndarspreingingar, so leingi USA heldur fram við ágangi sínum ímóti landinum.

- So leingi USA heldur fram við sínum fíggindaligu álopssinnaðu gerðum, fara vit aldri at gevast við at fremja kjarnorkuroyndarspreingingar og rakettroyndir. Kjarnorkuroyndarspreingingarnar eru ein týdningarmikil partur í royndum okkara at styrkja okkara kjarnorkumegi, sigur Sok Chol í hesum sambandi, sambært CNN.

Hendan útsøgn hansara kemur í kjalarvørrinum av, at norðurkoreanski herurin hesar farnu dagarnar hevur hátíðarhildið 85 ára føðingardag sín og í hesum sambandi skipað fyri stórum hernaðarvenjingum, eftir at USA frammanundan hevur sett upp eina rakettverju í ávikavist Suður Korea og Japan og sent hernaðarskip til økið kring ta koreansku hálvoynna.

KCNA, norðurkoreanska kringvarpið, hevur í hesum viðfangi almannakunngjørt myndir frá einari hersýning og venjing á einari strond í Norður Korea, har ið tað varð skotið við kanónum eftir einari ómannaðari oyggj.

KCNA sigur, at hetta var landsins størsta hernaðarvenjing nakrantíð, og sæst Kim Jong-un, landsins leiðari, smílandi til høvið.